Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Talvsambandið: Landskappingin í talvi millum feløg er byrjað aftur. Í morgin sunnudagin er triðja umfar á skránni.

Í 1. deild hevur Sandavágs Talvfelag fingið bestu byrjanina. Vágamenn hava vunnið báðar dystirnar ruddiliga, og lagt seg greitt á odda. 

Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag er komið illa frá byrjan. Hóast teir eftir leikskránni stóðu til at fáa eina bleyta byrjan og hava møtt øðrum liði hjá ávikavist Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag í fyrstu umførunum, hava teir hvørgan dystin vunnið. Í fyrsta umfari máttu teir nipnir lúta fyri felagsins øðrum liði, sum teir sjáldan vinna á. Og móti øðrum liði hjá klaksvíkingum, sum flutti upp farna kappingarár, var úrslitið 2-2. 

Neyðin er framvegis tann sama; hóast úrvalið av góðum telvarum í felagnum ikki trýtur, gongur serstakliga illa at manna seg við einum kappingarførum liði. Besta dømið man vera, at veteranurin Andrias Ziska, sum er nummar 17 á felagsins styrkilista, hevur verið á FM-liðnum í báðum dystunum - og vunnið. Aðrir sterkari liðfelagar tapa fyri mótstøðumonnum við lægri styrkitali.

Havnarmenn hava at kalla somu manning sum í fjør, men takið er at fáa teir at telva. Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen hava telvað annan dystin - Helgi vunnið og Martin tapt - Olaf Berg hevur ikki verið við enn, men sóttarhald er gyldug fráverugrund, Sjúrður Thorsteinsson hevur ei heldur verið við í nøkrum dysti enn, o.s.fr.

John Arni
Liðið hjá vágamonnum er í stórum tað sama sum undanfarin ár, men Silas Eyðsteinsson hevur ikki verið á 1. liði fyrstu tveir dystirnar. Avloysarin, Bernhard Augustinussen, hevur vunnið bæði talvini higartil. 

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava gjørt eitt innanhýsis býti á fremru borðunum. Hóast Høgni hevur nærum hálvthundrað ratingstig fleiri enn Rógvi, víkir hann nú sætið fyri eldra bróðrinum. Kanska eitthvørt liðtaktiskt býr undir. 

Nýggjur á styrkilistanum hjá Sandavágs Talvfelag er altjóða meistarin John Arni Nilssen. Skopuningurin í Danmark hevur nú í fleiri ár staðið á styrkilistanum hjá Klaksvíkar Talvfelag uttan at hava telvað ein einasta dyst við teimum. Nú kann hann gerast sandavágsmonnum hentur styrkur, tá á stendur.

Støðan í 1. deild:
1 Sandavágur 6½ stig
2 Klaksvík A  5
3 Havnin A 3½
4 Havnin B 3
5 Kollafjørður 3
6 Klaksvík B 3

1 deild (3. umf. 18. okt.)
Klaksvík A - Sandavágur
Havnin A - Kollafjørður
Havnin B - Klaksvík B

Hinar deildirnar
Í 2. deild hevur Vestmanna Talvfelag, sum flutti niður farna kappingarár, fingið góða byrjan, og hevur lagt seg á odda við tveimum stórsigrum. Vestmenningar hava 6½ stig, Havnin er næstfremst við 5 stigum og Klaksvík nummar trý við 3½ stigi.

3. deild er skift sundur í tveir bólkar. Tólv lið eru í 3. deild, seks í hvørjum bólki. Gøtu Talvfelag er á odda í øðrum bólkinum, og Talvfelagið Rókur í Sundalagnum er fremst í hinum bólkinum.

Fult umfar er í øllum deildum í morgin, og byrjað verður klokkan 14.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo