Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ikki altíð so tespiligt at síggja sannleikan í eyguni.

Men tað broytir ikki faktum.

Brúkarar av Eysturoyartunlinum rinda í dag ein høgan sandoyarskatt.

Hesin skattur ger, at almennu Føroyar ikki fáa fulla nyttu av Eysturoyartunlinum.

Hetta merkir samfelagsbúskaparligur missur, samstundis sum tunnilsfelagið tykist hava fíggjarligar avbjóðingar, tí lántøkan uppá 3 mia. kr. skal gjaldast aftur.

Tað er eingin ivi um, at leiðslan í tunnilsfelagnum hevur gjørt eitt gott arbeiði, men politisku fyritreytirnar fyri at fáa fulla nyttu úr hesi verkætlan eru ikki tær bestu og tað kann tunnilsleiðslan einki gera við.

Bæði úr Skopun og av Tvøroyri dundu goturstykkini, tá sannleikin um sandoyarskattin bleiv lagdur fram.

Tosað varð um óneyðuga luksusprojektið ”Eysturoyartunnilin”, tí koyrandi var frammanundan millum Eysturoynna og Streymoynna.

Hesir oddvitar sunnanfjørðs tykjast ikki at skilja, at Eysturoyartunnilin fíggjarliga megnar at bera sítt egna projekt og kanska eitt sindur afturat.

Men mark er fyri hvussu stóra fíggjarliga byrði landið kann leggja á brúkaran av Eysturoyartunlinum, tí brúkarin kann velja aðra farleið, og tað er júst tað ið fleiri bilførarar gera.

Hetta hevur einki við boykott at gera, men er ein spurningur um fíggjarliga raðfesting, tí ikki øll hava ráð til slíkt ”luksus” sum Eysturoyartunnilin er.

So einfalt er tað.

Metingar siga, at hvørja ferð ein bilur fer at koyra undir Skopunarfirði (um 2-3 ár) fara minst 15 bilar at koyra undir Tangafirði.

So kann borgmeistarin í Skopun ella tingmaðurin á Tvøroyri meta um, hvør av hesum verkætlanum er fíggjarliga berandi, tá milliardalánið fyri hesar tunlar skal gjaldast.

Tað verður brúkarin av Eysturoyartunlinum ið kemur at rindað dastið av eini verkætlan, ið fyri 1,3 milliard kr knýtir 1200 sandoyingar uppí meginøkið.

At ilskast inn á ”óneyðuga” Eysturoyartunnilin er ósakligt, tí uttan henda tunnil sum búskaparligt klyvjaross, hevði Sandoyartunnilin ikki verðið gjørdur.

Tað er ein ringur hundur ið bítur ta hond ið matar.

Samstundis sum Eysturoyartunnilin er einasta samhaldsfasta verkætlan vit higartil hava sæð á samferðsluøkinum her á landi, verður politiskt dúgliga tosað um eina samhaldsfasta skipan fyri alt landið.

Tað gjørdi undanfarna samgonga eisini, men higartil er einki komið burturúr, tí eingin politikari hevur viljað sagt ítøkiliga, hvat hetta gongur út uppá.

Er ætlanin at áseta bummgjald í Kollafjarðatunlinum ella við brúnna um Streymin?

Føroyingar hava annars brúkt brúnna ókeypis í nærum hálva øld.

Ella skal bummgjaldið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum kanska hækka, fyri at fíggja verkætlanir sunnanfjørðs?

Hvat munnu klaksvíksingar fara at siga til, at rinda eykaskatt fyri at útbyggja suðurleiðina, samstundis sum tann deiliga Havnin sleppur undan hesum ”samhaldsfasta” skatti?

Ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin koyra 2-3 milliónir bilar árliga.

Men hóast hetta stóra tal, er fíggjarliga íkastið frá hesum tunlum sera lítið, av tí at tað er so bíligt at brúka teir (20 kr báðar vegir í skuldarfríum tunlum).

Men samstundis velja fleiri bilførarar Eysturoyartunnilin frá, av tí at bummgjaldið er ov dýrt, orsakað av sandoyarskattinum.

Hetta er faktuella støðan anno 2021 og so kunnu fólk siga og meina tað tey vilja.

Eysturoyingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo