Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Strandferðslan boðaði til fundar hóskvøldið tann 13. februar, har stjórin saman við tveimum av sínum leiðandi vóru við í Samljóð í Skopun.

Fyrst má eg siga, at vit øll vóru sera takksom tá tað frættist, at strandferðslan hevði keypt eina brúkta ferju úr Norra til farm, takk skulu tit eiga fyri tað.

Í gjárkvøldið var eg í sjokk um ferðaætlanuna, sum Strandferðslan hevði uppskot um. Men vit skulu minnast til, at hetta var bara eitt uppskot, men sjálvur ynski eg hatta uppskotið har sum piparið grør.

Eg skilti støðuna soleiðis, at SSL manglaði 1,5 mió til Spógvan, av hesu grund skuldi øll ferðslan vendast á høvdið.

Tað allar fúlasta við fundinum var, at SSL ætlaði at Teistin skuldi leggjast kl 20.00 um kvøldið, síðan skuldi Hasselfjord sigla restina av túrunum.

Hetta gjørdi fundarluttakararnar bæði sjokkeraðar og illar, hetta kann eingin bjóða Sandoyar Sýslu, hetta er undir alt lágmark.

Eg uppfataði fundin soleiðis, at fyri at fáa pengar so skuldi Sandoyarfólk brúkast til jarnbrot, tí komu hesar hóttanirnar frá SSL.

Hasselfjord, sum hevur verið sagt ferð eftir ferð í miðlunum, tekur bara 12 ferðafólk og tað er bilførarirnir, sum skuldu við ferguni. Hvussu tá 13 fólk standa á Gomlurætt, fær so tann eini boð um, at hann ikki sleppur við?

Við hesu “nýggju” gomlu ferguni hildu vit, at allir trupulleikar vórðu loystir og ikki at meiningin var, at bumba Sandoynna eini 15 ár aftur í tíðina.

Vælsignaðir, bæði Strandferðslan og tann politiski myndugleikin, játtið Spógvanum 1,5 mió og latið Hasselfjord sigla ein túr á morgni og ein á kvøldi út í Hest. Og síðan føra farm saman við Teistanum til og frá Sandoynni, tí sum er, er kaos tá tosað verður um flutning at fiski, betongbilum, stórmaskinum o.s.v.

Um Strandferðslan og løgtingið hava planur um, at føra hesa fullkomuliga meiningsleysu ferðaætlan út í lívið, gerið so Sandoyarfólkið tann beina, at tit sjekla Hasselfjord fasta við ketum í Norra so, at vit ongantíð síggja hana í Føroyum.

Men eg havi álit á tí politiska myndugleikanum og løgtinginum at hetta, vit vóru modell til í Samljóð, ongantíð verður ført út í lívið, ongantíð!

Tá Norðoyartunnilin varð gjørdur, sigldu tvey skip pendul, tá Vágatunnilin varð gjørdur, sigldu tvey skip pendul.

Nú Sandoyartunnilin er í gerð, velur man at leggja tað nýggja skipið á hálvum degi!

Gerhard Lognbeg
borgarstjóri
Skopunar Kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo