Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygarkvøldið tann 21. mai kl. 21 hevur Betesdakórið sangløtu í Betesda. Á skránni eru kendir sangir eins og sangir, sum kórið ikki hevur framført áður - onkur spildurnýggjur. Stílurin spennir frá traditionellum sálmum til rútmiskar sangir við fylgispæli kryddað við solo, duett, trio og bólki.

Kórið telur yvir 80 sangarar í aldrinum 15 til 80 ár og er virkið hvørja viku við sangvenjing týskvøld og á møtum í Betesda sunnukvøld. Eisini vitjar kórið aðrar samkomur í vetrarhálvuni.

Í heyst fyllir kórið 90 ár, og hevur tað verið virkið í øll hesi árini. Í hesum sambandi fer kórið við leiguflogfari hjá Atlantsflogi til Noregs í næstu viku, har steðgað verður í fimm dagar. Sungið verður fríggjakvøldið í Fosnavåg og leygar- og sunnukvøldið í Aalesund. Umleið 55 sangarar/spælarar eru við í ferðini. Harumframt eru eini 60 fólk við í ferðalagnum.

Aftaná sangløtuna verður høvi til hugnaprát aftur við einum drekkamunni og køkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo