Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnukvøldi 3. apríl kl. 20 verður sangløta í Kelduni í Skálafirði.

Tey sum koma at luttaka eru, Heine Lützen, Kvartettin í Betesda og Eyðun Jacobsen, eisini verður felagssangur sum Terje Vestergaard skipar fyri.

Tað verður ókeypis atgongd, men hendan dagin kemur út nýggja savnsfløga við heitinum Thanks. Á fløguni luttaka, Blátt Gras, Svein í Prestgarði, Zamar, Mark Bishop, Ivan Parker, Kvartettin í Betesda og Eyðun Jacobsen.

Fløgan verður til sølu aftaná sangløtuna og alt sum kemur inn við søluni, fer til hjálpararbeiði á Filipsoyggjunum.

Fløgan verður ikki til keyps í sølubúðunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo