Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

BirkBlogg: Fríggjakvøldið vann filmurin Songs of Repression, Sangir sum kúga, altjóða virðislønina Dox:Award og Politiken:Danish:Dox Award í Keypmannahavn.

 

Filmurin, sum er um eina anakronistiska týska niðursetubygd og restirnar av eini evangeliskari samkomu undir Andesfjøllum í Kili beint nú, sæst á cphdox.dk/online til og við 5. apríl.

 

Tað er tey bæði Estephan Wagner úr Kili og Marianne Hougen-Moraga úr Danmark, sum hava gjørt filmin, ið er hálvan annan tíma til longdar.

 

The Act of Killing og The Look of Silence eru millum mongu heimildarfilmarnar, sum sama danska framleiðslufelagið Final Cut For Real longu hevur gjørt, og bygnaðurin er stórt sæð hin sami, at fáa bøðil og offur at møtast, í stillum, men meðan upptøkutólið melur.

 

Les meira

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo