At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar kommuna: Tá ið tú gert sankutøð, gert tú umhvørvinum ein beina. Tú gagnnýtir lívrunna burturkastið heima við hús, og tær at takka noyðist ruskbilurin ikki at heinta lívrunna burturkastið og koyra tað á brennistøð.

 

Tað er einki sum eitur burturkast í náttúruni. Følna bløð og brotnar greinar, mykja, deyð djór og plantur verða niðurbrotin og gerast mold. Alskyns smáverur, so sum maðkar, sniglar, soppar og bakteriur, bróta niður lívrunna tilfarið. Henda gongd er týdningarmikil partur av ringrás náttúrunnar.

 

Náttúran kann læra okkum nógv. Tosað verður um, at vit skulu gerast eitt burðardyggari samfelag, men skulu hesir tankar veruliga førast út í lívið, skulu vit gerast betri til at fylgja náttúruni og hennara gongdum.

 

Vit menniskju hava skapt fyribrigdið burturkast. Vit framleiða eina rúgvu av ólívrunnum burturkasti, ið náttúran ikki megnar at bróta niður: Aluminium, sellofan, plastikk, glas o.s.fr. Vit megna sjálvt ikki at gagnnýta alt tað lívrunna ruskið, sum náttúran gleðiliga kundi brotið niður: Matleivdir, kaffigrugg, fruktskal, gamalt gras og plantur, papp o.s.fr. Á hvørjum ári verða fleiri tons av lívrunnum burturkasti koyrd á brennistøðir í Føroyum.

 

Ein gongd leið er, at fleiri okkara fara í holt við at gera sankutøð heima við hús. Sankutøð, tað sum danir nevna kompost, er niðurbrotið, lívrunnið tilfar. Mannagongdin at gera sankutøð er hin sama, sum tá ið bløð og plantur verða niðurbrotin til mold í náttúruni. Lívrunna tilfarið endar aftur í náttúruni.

 

Tað eru ymiskir hættir at gera sankutøð. Í egnum urtagarði kanst tú gera ein ótyrvdan dunga við bløðum, greinum og øðrum lívrunnum tilfari úr urtagarðinum.

 

Til lívrunnið tilfar úr køkinum er betri at nýta afturlatnar sankutøðskassar, til dømis við maðkum ella Bokashi, tí rotta kann koma í ótyrvda sankutøð. Tá tú gert sankutøð við maðkum, letur tú maðkarnir gera alt arbeiðið at niðurbróta tilfarið. Bokashi sankutøð er sankutøð við gering, har EM (Effektivar mikroorganismur) verða nýttar til geringstilgongdina.

 

Liðugt niðurbrotið sankutøð hevur stórar mongdir av føðsluevnum, millum annað nitrat og aðrar sambindingar av køvievnum, fosfati og svávuli. Sankutøðsmoldin er tí sera væl egna til at taða plantur. Áðrenn tú nýtir moldina, er neyðugt at blanda hana við sandi og aðrari mold, tí sankutøðsmold er sera føst í sær, hennara ph virði er í so høgt, og hon inniheldur so stórar mongdir av føðsluevnum, at vandi er, at sankutøðsmoldin svíðir planturnar.

 

Tað dálkar sera illa at brenna lívrunnið tilfar. Tá ið tú gert sankutøð, nýtist tær heldur ikki at keypa innfluttu kunsttøðina og harvið sparir tú eisini nakrar krónur.

 

Skrivað greinina hevur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen. Átakið Lívrunnið burturkast, rávørur og náttúra varpar ljós á nærframleiðslu, og hvussu burturkastið í Tórshavnar kommunu kann minka.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo