Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er langt frá veruleikanum tá Bjørg Dam vil vera við at børn við ADHD ongan góðan eiga í høuvðsstaðnum.

Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna veitir børnum við avbjóðingum - m.a. ADHD - fleiri ymisk tilboð og hetta hevur stóra raðfesting politiskt.

Kanska eigur Bjørg Dam at venda kanónini móti Heilsumálaráðnum, sum enn ikki hevur livað upp til vallyftini um at avskaffa bíðilistarnar til m.a. børn og ung við ADHD á psykiatrisku deildini.

Viðvíkjandi Skúlanum á Fløtum so var byggiskráin fyri skúlan samtykt av fyrrverandi býráð, so Bjørg Dam kann spyrja sínar floksfelagar, hví ongin ADHD serflokkastova var ætlað at vera á skúlanum.

Heldur ikki hava limirnir hjá Javnaðarflokkinum í mentamálanevndini og í bygginevndini fyri skúlan nakrantíð tikið upp á tungu, at tørvur er á at skipa serflokkastovu til ADHD í nýggja bygninginum.

Tað er tíverri eitt vaksandi tal av børnum, ið hava nógvar ymsar avbjóðingar, har ADHD bert er ein av mongum. Kommunan hevur eina røð av tænastum og tilboðum at hjálpa hesum børnum:

Innan økið børn og ung:

- 10 mió kr eru settar av til “Tìmagrunnin” har dagstovnar kunnu søkja um at skipa serlig tilboð til børn við avbjóðingum, í løtuni eru uml 150 børn í hesi skipan.

- Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir dagstovnum og frítíðarskúlum fakliga ráðgeving m.a fyri at tryggja fakliga innihaldið í játtaðu tiltøkunum

- Skipaðar serstovur til børn við avbjóðingum. Í løtuni eru 4 kommunalar serstovur har 24 børn ganga

Í 2019 bleiv stovnað eitt integrerað heildartilboð fyri næmingum, við sernámsfrøðiligum tørvi við skúla og frítíðarskúla fyri 1-3 fl. – nevnt Eindin í Hoydølum, skipað undir Eysturskúlanum. Hetta skúlaárið eru nú 6 næmingar í tilboðnum og í fjør vóru tríggir. Tilboðið kemur stigvíst at vaksa og komandi tvey árini upp til umleið 12-15 næmingar.

Partur av hesum málinum er eisini at samtykkja inklusiónspolitikk.

Mentamálanevndin hevur í fleiri umførum viðgjørt mál um serøki bæði á skúlum og dagstovnum og funnið ymsar loysnir fyri børn við serligum ella sernámsfrøðiilgum tørvi, herundir ADHD. Víðkaðu tilboðini á dagstovnaøkinum fara vónandi eisini at bøta um útlitini hjá fleiri av hesum børnum og gera tey betri før fyri at fara í skúla og ikki í serflokkar, men kunna vera knýtt at førleikastovu skúlans.

Á skúlaøkinum eru umframt vanligu førleikastovurnar við sínum tænastum og serførleikum hesi sertilboð/serflokkar:

- Hoyvíkar skúli hevur eitt sera gott tilboð til næmingar 1-9 fl.  í autismu-spektrinum, herundir ADHD. Næmingatalið hetta skúlaárið er komið uppá 16 frá at vera 14.

- Lopfjølin í Margarinfabrikkini er eisini tilboð til næmingar við ymsum serligum avbjóðingum. Hetta skúlaárið ganga 7 næmingar har.

- 4-10 serflokkatilboðið hjá Skúlanum á Fløtum, har 33 næmingar við ymsum avbjóðingum, ganga - herundir ADHD. Her fáa næmingar eitt dygdargott tilboð

Sostatt hevur TK eina røð av ymsum tilboðum á serøkinum til bæði børn og næmingar í dagstovni, skúla og frítíðarskúla. Umsitingin í kommununi virkar í tøttum samstarvi við avvarðandi skúla- og dagstovnaleiðslur, umframt Sernám og Undirvísingarstýrið um at reka og at menna økið fram á leið.

ADHD felagið heldur fast í, at øll tilboð skulu vera samrunnin fysiskt í sama bygningi so tað ber betri til at veksla ímillum heimaflokk og serstovu. Hetta er bara ikki so einfalt, tí summi av tilboðunum samla næmingar frá fleiri skúlum í kommununi og øðrum kommunum.

Harumframt – og kanska mest umráðandi - krevst fakkunnleiki til at duga at handfara mongu og kompleksu viðurskiftini og sum kunnugt er stórur tørvur á námsfrøðingum.

Skúlin á Fløtum hevur longu uml. 80 børn knýtt at førleikastovuni og her eru eisini børn við ADHD e.l.. Í nýggja bygninginum eru tvær førleikastovur, umframt ein røð av bólka- og fundarhølum, ið førleikastovan eisini kann brúka.

Sokallaða 4-10 tilboði hjá Skúlanum á Fløtum, sum í fleiri ár hevur húsast í Gula skúla á Landavegnum, er eitt sera gott tilboð til næmingar við serligum avbjóðingum, m.a. ADHD. Leiðsla skúlans, toymisleiðari, lærarar og námsfrøðingar hava leingi víst á, at tey ynskja rúmari og betri hølir og mentamálanevndin og býráðið hevur júst í juni gjørt av, at nú Skúlin á Fløtum í heyst flytir inn í nýggja bygningin, skal 4-10 tilboði flyta inn í fyrrv. Argja skúla. Hetta skúlaárið eru 33 næmingar í tilboðnum og er málið at tað stigvíst kann hækkað til umleið 50 næmingar.

Hetta er veruliga ein raðfesting av teimum børnum, ið hava nógv at stríðast við og tí hava uppiborið góðar karmar. Fyrrv. Argja skúli er væl innrættaður, liggur ómetaliga væl fyri niðri við sjóvarmálan, hevur fimleika- og svimjihøll, góðan skúlagarð og nógv rúmari ræsir til at geva vaksandi talinum av næmingum eitt enn betri tilboð.

At veita børnum við serligum og sernámsfrøðiligum tørvi eitt gott tilboð hevur stóra raðfesting í býráðnum.

Eyðvitað eru vit ikki komin á mál, tí vit vita at størri játtan og menning krevst til hetta økið.

Í býráðnum arbeiða vit áhaldandi við at gera batar á hesum øki – og fara fegin í konstruktivan dialog við ADHD felagið um at finna loysnir.

Gunvør Balle
Forkvinna í mentamálanevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo