Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

34 ára gamli kinesiski læknin Li Wenliang ávaraði 30. desember um eitt nýtt coronavisus, sum kundi enda sum umfarsjúka. Hann valdi at lata sína vitan koma øðrum til góðar, men longu 3. januar í ár handtók løgreglan hann fyri at spjaða ósannindi og at skapa ófrið í landinum, sum løgreglan málbar seg. Við síni undirskrift varð Li Wenliang tvungin at vátta, at hann hevði framt lógarbrot. Ein mána seinni, 6. februar, andaðist Li Wenliang av somu sjúku, sum hann hevði ávarað um og arbeitt fyri at bast.

Alt Kina kókar av sorg og vreiði. Á sosialu miðlunum prutlar illa undir lokinum, har fólk í milliónatali krevja talufrælsi. Myndugleikar hava verið skjótir at sletta og hava enntá bæði vátta, avsanna (og logið) og aftur vátta deyðsboðini. Flóðaldan av øsing um alt landið er ring at tálma. Var fólkið ikki noytt at sita heima vegna smittuvanda, hevði uppreistur á gøtunum ikki verið óhugsandi í dag. Sannleikin var ongantíð til í Kina – men coronavirusið er og spjaðir seg framhaldandi í landinum. Vóru vit nøkulunda at okkum komin, tóku vit og allur heimurin í dag lógvatak saman við vanliga kinesaranum ímóti myndugleikunum, sum enn ikki hava fingið bilbugt við tí, sum fyri kortum skuldi eitast ikki at vera til.

Li Wenliang boðaði øðrum læknum frá í afturlatnum bólki, men boðini lóku skjótt út, áðrenn heilsumyndugleikar tóku um endan. Í dag sigst eingin at vita um hinar at siga. Soleiðis eru bara mangar lagnur í Kina. Tær leggja vit tó minni í. Vit, sum eru nóg grísk at síggja egnan fyrimun, lata eyguni aftur fyri líðingini, sum fólkinum er fyri undir kinesiska stýrinum. So leingi vit kunnu keypa kinesiskar vørur fyri lægst møguligan prís og útflyta til Kina, er alt gott. Meir nýtist okkum ikki at hugsa um. Okkara vesturlendski dansur um gullkálvin, okkara lívsstílur, krevur 6-7 jarðarknøttar eyka við rávørum, um øll skuldu livað eins og vit. Líkasælan og egoisman hevur fastatøkur á okkum. Føroyar og allur vesturheimurin loyva einum landi sum Kina at menna seg til eitt leiðandi heimsveldi, bara fyri at vit í vesturheiminum kunnu halda fram sum nú – so leingi tað varir.

Noreg misti sín laksaútflutning til Kina, eftir at kinesiski mannarættindastríðsmaðurin Liu Xiaobo fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2010. Í dag er Kina týðandi útflutningsland hjá okkum og sendistovu mugu vit sjálvsagt hava í Beijing. Vit kalla okkum kristin og vilja verja kristin virði, men nær fara vit og allur vesturheiminum at seta Kina krøv um mannarættindi? Eingin áhugi er at leggja trýst á Kina, sum einasta rætta er. Nei, vit vilja hava okkara bíligu klæði og tól úr Kina og skifta tey út ongantíð ov ofta. Tað er tað, sum umræður – og laksin til Kina sjálvandi.

Muslimar eru ein hóttan, siga vit. Hvat við at seta tingini í perspektiv, spyrji eg?

Búði eg í Kina, fekk eg harða revsing fyri míni orð. Atfinningar sum hesar høvdu ikki tolt dagsins ljós og høvdu í besta føri verið at sæð í duldum. Hjá mongum snýr tilveran seg um lív og deyða - og talufrælsi. Hvussu høvdu hesi kor dámt okkum? Og hvussu kundi havt verið, um sannleikin var betur líddur? Vit føroyingar hava heldur ikki reint mjøl í posanum.

Í djúpastu sorg, vreiði og samkenslu við kinesiska fólkinum.

Les her

Maria Heradóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo