Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbanki Føroya: Gjaldføri landskassans er gott. Landskassin tók í juni 2020 1,6 mia. kr. í lán til at fíggja væntað hall á fíggjarlógini í 2020 og 2021, men hallið á fíggjarlógini í 2020 og 2021 eru væl minni, enn væntað varð tá lántøkan varð framd. Tískil fer landskassin sannlíkt at minka um skuldina í juni 2021.

Umframt lántøkuna í juni 2020, hevði landskassin eisini gott gjaldføri við ársbyrjan 2020; tað var 600 mió. kr. omanfyri lógarkravda minstagjaldførið á 2,9 mia. kr.

Úrslitið á fíggjarlógini fyri 2020 vísir eitt hall á umleið 300 mió. kr., sum er 800 mió. kr. lægri, enn fíggjarmálaráðið metti hallið fór at verða, tá lántøkan varð framd. Fyri árið 2021 vísir fíggjarlógin eitt hall á umleið 200 mió. kr., sum er væl minni, enn fíggjarmálaráðið metti í apríl 2020, tá lántøkan varð framd.

Føroyski búskapurin er higartil sloppin betri enn væntað frá Covid-19 farsóttini, og tí fer landskassin sannlíkt at minka um skuldina í juni 2021, tá lán skal rindast aftur.

Landsbanki Føroya eygleiðir viðurskifti í føroyska búskapinum og bankageiranum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Royndirnar vísa, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið fyri búskapin, tá ein banki fer á húsagang. Tískil greinar Landsbankin ymisk hagtøl, ið kunnu vísa á møguligar veikleikar í føroyska fíggjarkervinum. Landsbankin hevur givið út ársfrágreiðing um fíggjarliga støðufestið í Føroyum, les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo