Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í dag, 11. februar, fáa næmingarnir í Skúlanum við Løgmannabreyt forvitnisliga vitjan av heimsmeistaranum í fjaðurvekt, Sarah Mahfoud.

Tað var leygarkvøldið 1. februar, at Sarah vann heimsmeistaraheitið í nevaleiki í bólkinum fjaðurvekt, og er hon nú í Føroyum og tekur sær av løttum eftir drúgva fyrireiking og miðvísa venjing til dystin ímóti argentinsku Brendu Carabajal.

At hon er komin til Føroya at hvíla seg, er ikki so løgið, tí Sarah er hálvur er føroyingur, mamman er úr Vestmanna, og har búði Sarah síni fyrstu fýra barnaár.

Sarah er eisini kend frá donsku sjónvarpssendingini “Vild med dans.” Hesa dansikapping vann hon í 2016.

Sum sagt er Sarah nú í Føroyum. Hon hevur tikið beltið við sær, sjónliga prógvið, at hon er heimsmeistari í nevaleiki “fyri at vísa tað fyri ommu míni,” segði hon í eini samrøðu. Hon segði eisini, at hon er ógvuliga fegin um góða stuðulin, hon fekk frá føroysku familju síni og vinum, sum høvdu føroysk fløgg við sær til dystin.

Sarah fer at vísa næmingunum við Løgmannabreyt stóra, flotta tunga beltið, hon fer at skriva autografar, og um onkur hevur hug at taka eina “selfie” saman við henni, ja, so letur tað seg eisini gera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo