Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Gongur alt sum ætlað fer danski heimsmeistarin í nevaleiki, Sarah Mahfoud, sum hevur røtur í Føroyum (mamman er úr Vestmanna) til USA í desember. Har skal hon boksast heilar tvær ferðir ímóti heimsstjørnuni innan nevaleik hjá kvinnum, Amandu Serrano, sum av fleiri verður søgd at vera heimsins besta.

Mogens Palle, sum er umboðsmaður hjá Sarah Mahfoud, skrivar í tíðindaskrivi, at hann er í samráðingum um at Sarah skal sleppa til USA at boksa um tveir stórar titlar, IBF og WHO, í Las Vegas í desember.

- Sarah vil sleppa at møta teimum sum eru best í heiminum, og HM sigurin hjá henni í februar lat fleiri dyr upp, sigur Mogens Palle.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo