Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Eingin managari eigur at fáa sekkin, tí hann tapir á útivølli ímóti Manchester City.

Tá eitt lið fyrst skiftir ikoniska Sergio Aguero út við framúrskarandi brasilska áleyparan Gabriel Jesus og síðan hjartasláttin á liðnum, Kevin de Bruyne út við fyrrverandi Premier League vinnaran frá Leicester City, Riyad Mahrez, so ber tað boð um eitt lið, ið saktans kann fara eftir at vinna, ikki bara Premier League, men eisini Champions League í ár.

Og tá skulu vit ikki gloyma at nevna miðvallaran og gandakallin David Silva, ið eisini varð skiftur inn í dag, tá 15-20 minuttir vóru eftir at leika.

Men Chelsea eigarin, Roman Abramovic fer neyvan at góðtaka eitt 6-0 tap. Heldur ikki, um tað er á útivølli ímóti Manchester City.

Russarin hevur áður koyrt Roberto Di Matteo (2012), Andre Villas Boas (2012) og Luiz Felipe Scolari (2009) mitt í einum kappingarári, og nú Chelsea er dottið úr topp 4 og niður á eitt 6. pláss í Premier League við 12 dystum eftir at leika, hevði tað ikki komið óvart á, um italski Maurizio Sarri ikki stendur á odda fyri liðnum næsta mánakvøld, tá Manchester United kemur á vitjan í FA Cup.

Chelsea leikararnir, við Eden Hazard á odda, síggja ikki út til at trúgva uppá "Sarri-ball" - og eftir øllum at døma eiheldur Maurizio Sarri sjálvur.

City vann altso 6-0 ímóti Chelsea á Etihad í dag. Aguero skjeyt hattrikk - hansara 11. sum City leikari -, meðan Raheem Sterling fekk tvey mál og İlkay Gündoğan eitt.

Støðan í hálvleikinum var 4-0. Eftir 25 minuttir var støðan longu 4-0, og var talan um tvey sera góð langskot í sambandi við málini til 2-0 og 4-0, meðan talan var um ógvuliga vánaligt verjuspæl frá Chelsea í sambandi við málini til 1-0 og 3-0.

Aguero økti til 5-0 við brotssparki í 56. minutti, meðan Sterling fekk tað sætta málið í 80. minutti.

Eftir dystin gjørdi Sarri ilt verri við ikki at taka í hondina á City venjaranum, Pep Guardiola.

City leggur seg við sigrinum í dag aftur á 1. pláss í Premier League - nú við 65 stigum fyri 27 dystir -, meðan Liverpool hevur líka nógv stig fyri 26 dystir. Liverpool hevur tó eina verri málúrtøku enn City.

Chelsea ósigurin í dag merkir, at Manchester United nú hevur yvirtikið 4. plássið í Premier League.

United hevur 51 stig á 4. plássinum, meðan Arsenal og Chelsea hava 50 stig - øll trý fyri 26 dystir.

Í desember var United 11 stig aftanfyri Chelsea á 4. plássinum - men nú er altso av álvara vent í holuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo