Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Norðurlendska flogfelagið SAS kemur við kvartalsroknskapi hósmorgunin, og tað verða ikki pen tøl ið har vera at lesa, halda fleiri greinarar.

- Koronakreppan hevur kostað skandinaviska flogfelagnum risa stórar upphæddir, og hóast nøkur av flogførunum so smátt fara aftur á veingirnar nú, so munar tað ov lítið, sigur Jacob Pedersen, sum er serfrøðingur innan greining av flogfeløgum, við ritzau tíðindastovuna.

- Raksturin nú verður fíggjaður við læntum pengum, men tað kann ikki blíva við, og tí noyðist flogfelagið í næstum at bjóða út fleiri partabrøv til sølu, sigur greinarin.

Hann heldur, at hallið hjá SAS í 2020 fer at tátta í 5 milliardir krónur, hóast gongd aftur kemur á nakað skjótt.

SAS tók fyrst í mai eitt lán uppá 2,3 milliardir krónur, sum danski og svenski staturin veðhildu fyri. Danmark og Svøríki eru størstu partaeigarar í SAS, londini bæði eiga tilsamans ein lítlan triðing av flogfelagnum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo