Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Frumframførslan av nýggju dagligu flogrutuni hjá SAS ímillum Føroyar og Keypmannahavn verður 26. mars 2017. Tað verður hátíðarhildið í Tórshavn, har tað verður opið hús og øll eru hjartaliga vælkomin.

Soleiðis byrjar SAS tíðindaskriv, sum er sent miðlunum í morgun.

Hetta vikuskiftið byrjar SAS dagliga heilársrutu ímillum Keypmannahavn og Vága Floghavn. Tað verður hátíðarhildið í Tórshavn leygardagin 25. mars, har øll eru hjartaliga vælkomin.

- Føroyar eru eitt dámligt ferðamál, sum leingi hevur verið áhugavert. Tí gleðir tað okkum, at vit nú kunnu flúgva til og úr Føroyum. Vit hátíðarhalda hesa flogrutu leygardagin, og øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá okkum hjá SAS.

Skipað verður eisini fyri eini kapping, har vinningurin er ein túrur til Keypmannahavnar við SAS, íroknað gisiting við mati á hotelli, sigur Mariam Skovfoged, tíðindatalsfólk hjá SAS.

Dagligu fráferðirnar við góðum sambondum ímillum býirnar tryggja, at ferðandi úr Føroyum fáa góð flogsambond til nýggjar beinleiðis rutur í Skandinavia, og restina av umheiminum við SAS.

SAS fer at brúka flogførini Airbus 319 við plássi til 141 ferðandi og Airbus 320 við plássi fyri 168 ferðandi á rutuni. Flúgvitíðin er 2 tímar.

Tilsaman 17 flogskiparar fara at flúgva á rutuni, og vestmenningurin Herálvur Nielsen, sum er ein teirra, verður at hitta á tiltakinum í Fútastovu leygardagin 25. mars ímiilum klokkan 11 og 13.

SAS bjóðar ábit og útvalt (ekslusivt) øl bryggja av Mikkeler til høvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo