Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjár skrivaðu Tórshavnar kommuna og Gundurs skrivað undir nýggjan sáttmála um bussleiðina frá 1. januar 2023 til 31. desember 2031.

Gundurs Bussar keypa 15 nýggjar dieselbussar og 2 nýggjar elbussar at reka bussleiðina við eftir 2023.

Nýggi sáttmálin inniber, at Gundurs Bussar longu frá byrjan av sáttmálaskeiðinum fara at koyra við elbussum á leið 4. Á býráðsfundi 23. apríl varð samtykt, at umleggingin av allari bussleiðini til grøna orku skal fremjast í seinasta lagið 2027.

Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini.

Samstundis sum grøna umleggingin er alneyðug at fremja, er tað eisini av størsta týdningi fyri bæði Tórshavnar kommunu og Gundurs Bussar, at bussleiðin er ein støðugur og álítandi flutningsmøguleiki hjá flestu borgarum í kommununi.

Í nýggja sáttmálanum er dentur lagdur á at grøna umleggingin fer fram á so tryggum og skynsomum grundarlagi sum gjørligt. Partarnir hava bundið seg til á hvørjum ári at samráðast um umlegging av enn fleiri leiðum frá diesel til grønari alternativ.

Í sambandi við nýggja sáttmálan verða broytingar gjørdar í ferðaætlanini soleiðis, at leið 4 og leið 5 verða lagdar saman til leið 4. Nýggja leiðin fer at betra um møguleikarnar hjá fólki, sum búgva í Hoyvík og har um leiðir at ferðast beinleiðis við bussleiðini til vesturbýin – m.a. Glasir og Landssjúkrahúsið.

Nærri kunning kemur í næstum um hesar og aðrar broytingar í ferðaætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo