Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri og umboð fyri Sp/f JPH, Sp/f E.P. Smíð og Sp/f Hølck Smíð hava undirskrivað sáttmála um høvuðsarbeiðstøkuna av høvðusumvælingini av Gamla Skúla í Sandavági.

Arbeiðið at høvuðsumvæla Gamla Skúla í Sandavági uttan, varð boðið út millum lokalar timburmeistarar. Tvey tilboð komu inn og avgjørt var at taka av lægsta tilboðnum. 

Tað er eitt samstarv ímillum Sp/f JPH Sp/f E.P. Smíð Sp/f Hølck Smíð, ið fekk arbeiðið at høvðusumvæla Gamla Skúla.

Samlaða arbeiðið kemur at kosta góðar 911.000 kr. 

Arbeiðið byrjar í september og kemur at taka 3 til 4 mánaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo