Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi sunnudag, hvítusunnudag, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í kirkjunum kring oyggjarnar.

Innsavnaði peningurin, sum er árligi talvudagur teirra, fer til Bíbliufelagið sum arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum.

Føroyska Bíbliufelagið er nú vorðið góðkent sum sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies) saman við 118 øðrum londum.

Nýtt forlag er stovnað: ”Forlagið Bókin”. Endamál forlagsins er at geva út Bíbliur, partar av henni og annað viðkomandi tilfar til allar aldursbólkar, bæði uppruna føroyskt tilfar og týðingar. Umframt at geva út bíbliulesiætlan á hvørjum ári, arbeiðir forlagið við fleiri stórum verkætlanum, eitt nú nýggjari týðing av Nýggja Testamenti úr grundmálinum og Nýggja Testamenti við lættlesiligum teksti, sum er nærri talumálinum á okkara døgum.

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini altjóða bíbliuarbeiðnum, so tey, ið onga bíbliu eiga, kunnu lesa bíbliuna á sínum egna máli. Stuðul er latin til keyp av Bíblium í India, Ukraina, Pakistan og á Filipsoyggjunum.

Eisini hevur Bíbliufelagið fingið nýggja heimasíðu www.biblia.fo og eina bíbliu-app til snildtelefonir og teldlar.

Endamálið hjá Føroyska Bíblufelagnum er annars, at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu.

Felagið arbeiðir haraftrat fyri at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika, eins og tey stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo