Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kendi føroyski rockbólkurin TÝR skal ætlandi spæla á eini kosert í enska býnum Bristol 8. mars. Men nú hava fleiri skrivað undir eitt mótmæli, tí føroyingar drepa grind, og tí forsangarin Heri Joensen alment hevur vart føroyska siðin at drepa grind.

Tað skrivar miðilin Bristollive.

Stigtakarin til mótmælini, Isaiah Laitinen, sigur við miðilin, at Heri Joensen hevur "glorifiserað" henda barbariska, føroyska siðin, sum Bretland, sum ein av fremstu verjunum hjá øllum heimsins hvalum, ikki á nakran hátt kann góðtaka.

Heri Joensen sigur við miðilin, at hann als ikki gongur inn fyri djórapínslu av nøkrum slagi og vísir annars á, at djór í túsundatali verða avlívað at hava til matna í Bretlandi eisini. Og hann vísir á, at upplýsingarnar sum djóraverndarfelagsskapirnir senda út eru fullir av feilum.

Fleiri konsertir hjá TÝR hava seinastu árini verið avlýstar, tí fólk á staðnum hava mótmælt føroyska grindadrápinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo