Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, kunnu gista í eina til tvær vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi. Umsóknarfreistin er sunnudagin.

Tórshavnar kommuna tekur lut í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.

Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búgva í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum.

Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, tíðindafólk, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan.

Kostnaðurin er 1600,- svenskar krónur um vikuna. Dentur verður lagdur á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv.

Freistin at søkja er sunnudagin 12. februar 2017 og umsóknirnar skulu sendast til kultur(at)stockholm.se

Fleiri upplýsingar um stuðulin og umsóknarbløð eru á:
stockholm.se/kulturfritid/stod/nordiskt_kultursamarbete

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo