Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

KVF: Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm temu, sum eyðkenna Savnandi Savnsdagin 29. oktober, sum SavnsGull, verkætlanin at bjarga tilfari úr Kringvarpinum, hevur tikið stig til at fyriskipa.

Vita fólk í grundini, hvørjum verður arbeitt við í einum savni, og hvønn týdning arbeiðið hevur fyri almenningin? Savnandi Savnsdagurin er sprottin burtur úr hesum spurningum í vón um at koma fram til eitt svar.

Eftir at mentamálaráðharrin hevur bjóðað vælkomin, fara umboð frá Kringvarpi Føroya, Landsbókasavninum, Tjóðskjalasavninum, Listasavninum og Tjóðsavninum henda dagin at hava framløgu um hvør sítt tema. Eisini fara Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum at koma við sínum íkasti til, hví søvn eru so týdningarmikil í einum samfelagi.

Savnandi Savnsdagurin er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um, hvørjum søvnini í Føroyum arbeiða við, ella sum fáast við savnsarbeiði.

Savnandi Savnsdagurin verður 29. oktober kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya, Norðari Ringvegur 20. Hevur tú hug at luttaka, send tá ein teldupost til: annagray@kvf.fo
Eisini verður tiltakið stroymt á heimasíðu Kringvarpsins, kvf.fo.

Skrá
13:00-13:15    Mentamálaráðharrin bjóðar vælkomin
13:15-13:20    Intro til dagin
13:20-13:35    Bergur Djurhuus Hansen / Spjadd søvn í talgildum heimi
13:35-13:55    Kringvarp Føroya / Savna / Ein gluggi til vitan (Ivan Hentze Niclasen)
    
13:55-14:15    Landsbókasavnið / Skráseta / Skráseting av føroyskum verkum og verk um føroysk viðurskifti (Høgni Bech)
    
14:15-14:35    Tjóðskjalasavnið / Varðveita / Hví varðveita persónupplýsingar? (Sámal Tróndur F. Johansen)
    
14:35-15:05    Steðgur
15:05-15:25    Listasavn Føroya / Miðla / Upplivingar fyri øll – um at miðla á Listasavni Føroya (Karina Lykke Grand)
    
15:25-15:45    Tjóðsavnið / Granska / Nyttan av djórasøvnum lýst við dømi í koronukanningartøkni (Jan Sørensen)
    
15:45-16:00    Annika Sølvará / Søvn sum granskingaramboð – Gullnám ella eskjan hjá Pandoru

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo