Russland er sinnað at seta seg við samráðingarborðið at finna eina loysn á krígnum í Ukraina, heldur fyrrverandi kanslarin í Týsklandi, Gerhard Schröder.
Í samrøðu við týska Stern umtalar hann avtaluna um útflutning av korni úr Ukraina sum «tann fyrsta suksessin» og sigur at «hon kanska spakuliga kann føra til eina vápnahvíld».
– Góðu tíðindini eru at Kreml vil hava eina samráðingarloysn, sigur hann í samrøðuni skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo