Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona smittuna. Hetta byggir á í alt 5.408 kanningarúrslit.

 

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Hetta er triði dagur upp í slag, at eingin persónur er staðfestur smittaður.

 

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

 

Í løtuni eru 145 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

 

Í dag er Langi fríggjadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður 1. páskadag tann 12.apríl.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo