Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tey sum stríðast fyri at bjarga føroyska rossinum kalla svarið hjá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, til spurning sum Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, herfyri setti honum um spurningin at bjarga føroyska rossinum fyri uttanumtos.

- Tí hóast viljin, sambært svarinum, sær út til at vera góður, so er ikki ein króna sett av til endamálið, og so nyttar alt onki, siga fólkini, sum eru savnað í Felagnum Føroysk Ross.

Stígur er komin í alingina. Eingin aling er í løtuni, tí marknaðurin í Føroyum er mettaður. Aling er avgerandi fyri at økja um stovnin. Aling er avgerandi fyri at halda innannøring niðri. Aling er avgerandi fyri varðveitslu av lívfrøðiliga margfeldinum.

- Skal rossið bjargast, skulu myndugleikarnir seta játtan av so arbeiðið at skriva neyðugu lóggávurnar kann fremjast. Løgtingsfíggjarlógin 2022 er ikki endaliga avgreidd enn. Tað ber enn til at fáa eina játtan til endamálið, verður sagt.

Til ber at lesa meira um málið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo