Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Sjónleikarhúsið í Havn fer nú undir seinastu sýningarnar av skemtileikinum "Maður í ómakaðum hosum" eftir Arnmund S. Backman.

Koronastøðan gjørdi, at leikurin var niðurlagdur eina tíð, men verður nú endiliga tikin uppaftur.

Leikurin hevur verið væl móttikin, og hava nærum 1000 fólk sæð hann í Sjónleikarhúsinum.

Skemtileikurin snýr seg um pensioneraðu kvinnuna Steintóru, sum á veg heim úr handli hevur fingið ein ókendan mann í sín bil.

Hon veit ikki hvør maðurin er, ella hvaðani hann kemur, og tað veit maðurin, at síggja til, heldur ikki.

Ein lítil ábending er tó um okkurt - maðurin er í ómakaðum hosum!

Vinfólkini hjá Steintóru koma so hvørt upp í leikin. Forfard av, at Steintóra kundi finna uppá at stjala ein mann úr býnum, royna tey at hjálpa henni, at fáa mannin uppá pláss aftur, har hann hoyrir heima.

Hans Tórgarð hevur leikstjórnað, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck hava gjørt vøkru pallmyndina, og í leikarahópinum eru alt royndir leikarir, ið hava staðið á palli í Sjónleikarhúsinum fyrr: Høgni Joensen, Nora Bærentsen, Oddvá Nattestad, Tóri í Hoyvík, Karin Djurhuus, Jógvan Salomon Joensen, Mike Viderø og Eva Maria Bláhamar.

Sýningar verða bert hesa vikuna aftrat.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar ein tíma undan sýning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo