Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Við sigri á EBS/Skála heldur NSÍ fast um 2. plássið í fremstu deildini hjá kvinnum. Hetta gjørdist greitt, tá fult umfar varð spælt mikukvøldið, og runavíkskvinnur vunnu 1-0 á heimavøllinum við Løkin.

Á Tórsvølli vann B36 2-1 á ÍVB, og í Klaksvík endaði við javnleiki 1-1 ímillum KÍ og HB. Harvið er stríðið um silvur- og bronsukrónurnar varðveitt.

Í FSF Varpinum ber til at síggja tey seks málini, sum vórðu skoraði í teimum trimum dystunum mikukvøldið.

Komandi leygardag spæla kvinnurnar aftur, og tá hittast tey soleiðis: EBS/Skála – KÍ, B36 – NSÍ og ÍVB – HB.

STIGATALVAN (Betri Deildin kvinnur)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo