Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið, Sig Frá, Føroya Politi og Amnesty Føroyar: Hósdagin 10. februar kl. 19 verður alment tiltak í Perluni um seksualundirvísing í Fólkaskúlanum.

Hvussu seksualundirvísing skal skipast, hvat hon skal snúgva seg um, hvat er hóskandi til ymsu floksstigini og hvør skal skal standa fyri undirvísingini, eru nakrir av spurningunum, vit seta.

Til Ungdómsting mánadagin varð uppskot lagt fyri Løgtingið um at fáa meira seksualundirvísing í fólkaskúlan, nýggj BA ritgerð um evnið er tøk, og á Námi verður arbeitt við evninum. Vit hildu tað tí vera hóskandi at seta sjóneykuna á hetta evnið í ár á almenna tiltakinum til VIKU SEX.

Á skránni er upplegg við Bjørg Clementsen, sum hevur skrivað BA ritgerð um seksualundirvísing í fólkaskúlanum.

Aftaná verður sofaprát við Eyðuni Gaard, stjóra á Námi, Jacob Eli Olsen, formanni í lærarafelagnum, Sólrun Foldbo, fakligum stjóra á Gigna og umboði úr Kyn.

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Sig Frá, Føroya Politi og Amnesty Føroyar, sum skipa fyri viku sex, sætta árið á rað.

Fyri triðju ferð er tað felagsskapurin Kyn, sum hevur verið á yrkis- og miðnámsskúlunum og á Húsarhaldsskúlanum og staðið fyri seksualundirvísing.

Eitt felags endamál við samtykki-samstarvinum er at basa harðskapi, herundir seksuellum harskapi. Harðskapur eigur ikki at vera partur av lívinum hjá nøkrum og skal skiljast sum eitt samfelagsmál, sum vit øll eiga at vera við til at loysa.

Ein partur av viku sex hevur verið at fingið eitt kjak í lag um tørvin á seksualundirvísing - bæði á miðnámi og í fólkaskúlanum. Eftir í fleiri ár at hava sett hetta á breddan ynskja vit at fáa seksualundirvísingina, bæði fyri fólkaskúla- og miðnámsøkið, lagda í eina fastari legu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo