Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undanfarna samgonga í Tórshavnar býráð legði fram uppskot um at leggja nýtt graslíki á ovara vøll í Gundadali. Málið varð viðgjørt í býráðnum og fleiri tilboð komu inn. Fakta er, at samgongan partú vildi hava júst hendan vøllin, sum nú verður tikin avaftur.

Sjálvandi varð tað samtykt, at leggja graslíki á vøllin. Tí sjálvandi var andstøðan eins hugað at taka undir við, at HB og B36 fingu best hugsandi karmar. Og tað treyt ikki við ummælum og viðmælum.

Ímeðan og eftir at vøllurin verður lagdur kemur fram, at fleiri hava bæði ávarað og frámælt at leggja graslíki sum hetta á vøllin. Men hesum lurtaði ongin eftir, heldur ikki táverandi borgarstjóri.

Ongin ivi er um, at bestu ráðgevararnir eru brúkararnir. Og fakta er eisini, at hvørki HB ella B36 vilja spæla á hesum vøllinum.

So kann mann renna undan sum mann vil, men vit mugu fyrihalda okkum til, at vit skulu víðari. Og tað gera vit við at skifta vøllin út, so vit fáa ein vøll, sum brúkararnir eru nøgdir við.

Longri er tann søgan ikki.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo