Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sement: Seinasta vikuskiftið var Sement aftur í skotið í gongd á Reinsarínum, har tveir teir seinastu bólkarnir skuldu finnast til finaluna.

Bæði fjøldin og dómarar vóru rættiliga samd um, at teir orkufullu High Moon skuldu víðari.

Og hóast hetta var teirra fyrsta konsert nakrantíð, so feiðaðu teir beinini undan øllum á Reinsarínum. Bæði dómarum og áskoðarum.

High Moon vóru eitt ótrúliga positivt yvirraskilsi.

Hin finalisturin var Dóttir, sum telist millum teir meir royndu bólkarnir, har hon við inniligum sangi spældi seg inn í hjørtuni hjá dómarunum.

Og eftir trý spennandi undanumfør er niðurstøðan, at tað verður eitt brak av einari finalu, tí støðið hevur verið ófatiliga høgt í ár.

Finalan, sum verður 1. mai, fer at bjóða upp á alt frá hip hop og punk til singer songwriter og funk pop.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo