Tað er eftir øllum ikki so bara sum at siga tað at fáa eina semju í lag um ein nýggjan sáttmála.
Hetta er greitt, eftir at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið stutt eftir klokkan tvey í dag valdu at boðsenda semingsstovnin í sambandi við samráðingarnar, sum eru við Føroya Pedagogfelag nú um dagarnar um ein nýggjan sáttmála.
Tað er Føroya Pedagogfelag, sum ber hesa kunningina á Facebook vanga sínum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo