Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Pedagogfelag hevur góðtikið semingsuppskotið, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar.

- Okkara mál við samráðingum hesaferð, hevur verið at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgarar og børnini, sum limir okkara eru um.   

- Hetta semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað er eftir á mál.

- Semjan tryggjar øllum limum eina lønarhækkan við nøkrum broytingum í skalagongdunum. Semingsuppskotið er nakað út um karmin, sum arbeiðsgevarin hevði lagt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.

- Tíverri eydnast ikki at blíva samd um at gera nýggjar orðingar í grein 10, Tíð til annað arbeiði. Tó eydnaðist okkum at sannføra arbeiðsgevaran um, at grein 10 ikki í nóg stóran mun hevur tann virkna, ið endamálið er. Partarnir eru samdir um at gera eina ítøkiliga lýsing av skipanini runt í øllum kommununum, sum skal lýsa støðuna. Arbeiði verður gjørt av uttanveltaðum parti, og skal handast Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Pedagogfelag í seinasta lagi 1. juni 2022.

- Grein 2 stk. 2 í sáttmálanum fyri námsfrøðingar, verður í eitt tíðarskeið sett úr gildi. Endamálið við hesum, er at gera setanina hjá hjálparfólkum tryggari, við ti vón, at hesi gerast støðug á økinum, og fleiri ung fólk velja økið til.

- Tað harmar okkum, at neyðugt varð at taka stríðsstig, fyri at koma fram til hesa semju. At fara í verkfall er altíð seinastu møguleiki. Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eiga at loysa í felag.

- Nú semja er gjørd um nýggjan sáttmála, verða øll stríðsstig avblást, sigur Pedagogfelagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo