Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók undir við semingsuppskotinum, ið var lagt fyri partarnar um 20.00 tíðina í gjárkvøldið.

Lønarhækkanin í semingsuppskotinum var á støði við tað, ið onnur feløg hava fingið.

Talan var um lønarhækkan, sum hevði komið øllum limum tilgóðar, harímillum námsfrøðingum, hjálparfólkum, námsfrøðiligum atstøðingum o.ø.

Arbeitt var við at orða protokollat viðv. § 10 í sáttmálanum um tíð til annað arbeiðið.

Ætlanin við protokollatinum var at kanna, um sáttmálaásetingin skapar hóskandi karmar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum at skipa tilrættisleggingina og eftirmetingina av pedagogiska arbeiðinum.

Somuleiðis var serligur dentur lagdur á at skapa tryggari setanarviðurskifti fyri hjálparfólk á dagstovnaøkinum til tess at økja um trivnaðin og stabilitetin á økinum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur sostatt strekt seg langt fyri at fáa semju partanna millum, soleiðis at sleppast skuldi undan sáttmálaloysi og møguligum hóttanum um stríðsstig.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 21. mai 2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo