Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið skrivaðu fyrrapartin undir semju um nýggjan sáttmála galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 – 30. september 2021.

Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1-21 kr. 795,00 omaná mánaðarlønina og starvsfólk í flokki 22-50 fáa kr. 595,00 omaná mánaðarlønina.

Seinna árið fáa øll 2,25 prosent í lønarhækking. Í semjuni er eisini áseting um ein serstakan bachelorstiga, umframt broyting í flokkingum av deildarleiðarum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ásannar, at búskaparligu útlitini eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, men leggur stóran dent á týdningin av, at lønarlagið hjá starvsfólkum, ið eru limir í Starvsmannafelagnum, er eins hjá landi og kommunum.

Fyri at tryggja eitt eins lønarlag fyri limir í Starvsmannafelagnum í kommunalum og almennum størvum, tók Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyrrapartin avgerð um at lata somu lønarhækking, sum Fíggjarmálaráðið lat hesum starvsbólki við semjuni í januar 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo