Eitt gott høvd og eitt gott hjarta er ein framúr blanding
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í morgun skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 10.10.2019.

Síðan tá hava partarnir verið á 5 fundum, til partarnir í morgun skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála.

Ásannandi, at búskaparligu framtíðarútlitini enn eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, valdu partarnir at gera ein eitt ára sáttmála, ið sostatt er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2020.

Nýggi sáttmálin byggir á eina lønarhækkan í krónum.

Handverkarar, ið eru á stigunum 1-27 fáa kr. 795,00 omaná mánaðarlønina, meðan handverkarar, ið eru á stigunum 28-40 fáa kr. 595,00 omaná mánaðarlønina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo