Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vit sóknast eftir sendifólki at standa á odda fyri sendistovu Føroya í Tel Aviv.

Starvið
Sendifólkið verður partur av Uttanríkistænastuni í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Uttanríkistænastan fevnir eisini um sendistovurnar í Beijing, Brússel, London, Moskva, Reykjavík og Keypmannahavn.

Uppgávurnar sum sendifólk eru millum annað at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv, at røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál.

Arbeiðsøkið fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv.

Førleikakrøv
Kravt verður, at umsøkjarin hevur:
• viðkomandi hægri útbúgving á kandidat/master støði frá lærdum háskúla
• royndir í almennari fyrisiting
• gott innlit í uttanríkisviðurskifti
• góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga

Tað er harumframt ein fyrimunur at hava diplomatiskar royndir.

Persónligar eginleikar
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður:
• hevur diplomatisk evni og politiskt tev
• hevur sundurgreiningarevni og samráðingarførleikar
• hevur góð samstarvsevni, er miðvísur, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• er tænastusinnaður
• hevur góða vinnu- og mentanarfatan
• er álitisvekjandi og fyrikomandi av lyndi

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett frá 1. november 2020 ella so skjótt sum til ber. Viðkomandi verður settur í starv í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fyrstu 3-4 árini er starvsstaðurin í Tel Aviv.

Í tíðarskeiðnum meðan starvsstaðurin er í Tel Aviv, verður sendifólkið lønt eftir reglum hjá danska uttanríkisráðnum og eigur lunnindi eftir somu reglum.

Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og mentamálaráðið, stovnar undir tí og hini stjórnarráðini.

Nærri kunning um starvið
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóra, tlf. 30 65 00 ella 55 61 06.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli (c.v.) o.ø. skulu vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. september 2020 kl. 12.00.

Til ber at senda umsóknir til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7, Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við telduposti til ummr@ummr.fo

Setanarsamrøður væntast at fara fram í viku 40 og 41 (1. – 9. oktober 2020).

Uttanríkistænastan - ið bygnaðarliga er partur av Uttanríkis- og mentamálaráðnum - røkir og samskipar uttanríkispolitiska arbeiði landsstýrisins. Arbeiðsøkið fevnir um millumlandasamtarv, heruppií handilsviðurskifti, trygdarmál, havtilfeingi, økisbundið samstarv - heruppií norðurlendska og arktiska samstarvið, altjóðarætt, tjóðarbranding, menningarsamstarv, neyðhjálp útflutningsframa, protokoll og konsularviðurskifti. Harafturat varðar uttanríkistænastan av limaskapum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum sum IMO, FAO, UNESCO, NEAFC, NAFO, NASCO, IWC, NAMMCO, Arktiska Ráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Sendistovurnar í Brússel, London, Reykjavík, Keypmannahavn, Moskva og Beijing eru partur av uttanríkistænastuni. Sí heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins www.ummr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo