Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í skjølum, sum VP hevur fingið innlit í sæst, at John Rajani meðan hann var sendimaður í London oftani eisini helt til í Tórshavn, meðan hann fekst við Visjón 2015 verkætlanina.

Bara fyrra hálvár 2005 var hann einar níggju ferðir í Tórshavn og onkuntíð uppí hálvan mánaðin um ferðina.

Sostatt var hann ikki drúgvur í London sum sendimaður hetta tíðarskeiðið.

Skjølini vísa, at John Rajani fekk frá Løgmansskrivstovuni dagpening og náttarviðbót á 23.900 krónur tilsamans meðan hann var í Tórshavn partar av fyrru hálvu av 2005.

Afturat hesum fekk hann samstundis sum sendimaður í London umleið hálva millión krónur skattafrítt í uttanlands viðbót um árið fyri at vera í London, umframt frían bústað har.

Ferðaloyvi við eitt nú dagpeningi og náttarviðbót er ein skipan fyri tænastuferðir uttan fyri Føroyar.

Hóast hetta hevur John Rajani fingið útgoldið bæði dagpening og náttarviðbót eftir hesi skipan meðan hann búði heima í sínum egna privata bústaði á Argjum.

Samstundis fekk hann sum áður nevnt uttanlands viðbót hesar somu dagar fyri at vera í London, hóast hann ikki var har.

Tískil er spurningurin, um sendimaðurin ikki dupult mjólkaði landskassan?

Harumframt kann spyrjast, um hetta ikki bara er toppurin av ísfjallinum, sum kemur undan í hesum higartil væl dulda máli?

Í hesum sambandi síggja vit harafturat í skjølunum, sum VP hevur fingið innlit í, at ferðaloyvini og ferðauppgerðirnar hjá John Rajani eru eitt nú góðkend av ovastu leiðsluni í Løgmansskrivstovuni og er hann sostatt ikki einsamallur um hetta mál.

Tað sæst eisini í innlitsmálinum, at Kringvarpið legði nógv fyri at fáa innlit í skjølini, men at Løgmansskrivstovan noktaði ferð eftir ferð at geva innlit í tey viðkvomu skjølini og fekk hon enntá viðhald frá Løgtingsins Umboðsmanni at eftirhalda skjølini, hóast neyvan nakað trúnaðarkent er við teimum.

Leggjast skal afturat, at VP hevur einans fingið innlit í roknskaparskjølini og ikki tey viðkvomu skjølini, sum sigast at vera í málinum um sendistovur í 2004 og 2005 og sum føroyskir journalistar í fleiri førum hava roynt eftir.

Í dag er tað Uttanríkis- og Vinnumálaráðið sum varðar av hesum skjølum og ikki Løgmansskrivstovan.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo