Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kringvarpið sendir í kvøld nýggjan sjónvarpsdokumentar um sakføraran, politikaran og bankastjóran Thorstein Petersen. Hetta er sending í røðini "Kendir føroyingar".

Thorstein Petersen var umstríddur maður, og eftirmælið, hann hevur fingið, er misjavnt. Á heimasíðu Kringvarpsins stendur soleiðis at lesa um sendingina:

Thorstein Petersen avrikaði meira enn tey flestu. Í 1940-árunum tók hann á seg týðandi uppgávur á øllum mótum, og gjørdist oddviti í politiskari og vinnuligari tjóðarbygging í Føroyum.

Hann tók stig til nýggja Sjóvinnubankan, og sum stjóri í honum setti hann sær fyri at fíggja stóru íløgurnar í fiskivinnuni í 30- og 40-árunum.

Hann var tann sterki maðurin í tí nýggja Fólkaflokkinum, sum eftir fáum árum var størsti flokkur á tingi. Hann gjørdist undir krígnum harðasti mótstøðumaðurin hjá bæði amtmanni og bretska hersetingarvaldinum.

Tað leikaði so hart á, at amtmaður og bretski konsulin ætlaðu at taka hann av ræði og møguliga flyta hann av landinum.

Í samráðingunum við danir eftir krígslok um nýggja stjórnarskipan var hann aftur í broddi fylkingar. Hann er stóri sigursharrin á bæði løgtings- og fólkatingsvalunum hesi árini.

Arbeiðsorkan er øgilig; hann er um somu tíð bæði floksformaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingslimur, bankastjóri, sakførari, vinnulívsmaður, norskur konsul o.a.

Eftir stóran framburð øll 40-árini bráðvendist búskapargongdin fyrst í 50-árunum. Tann váðafúsi Sjóvinnubankin kollsiglur.

Sum stjóri verður Thorstein ímyndin av stóra banka- og samfelagskrædlinum. Harði dómurin í Landsrættinum tekur fast.

Thorstein fær fongulsdóm og missir rættin at virka sum sakførari. Hann fer frá sum landsstýrismaður og fólkatingslimur. Nú byrjar strev hansara fyri persónligari og politiskari uppreisn.

Best sum hann eftir drúgt stríð hevur endurvunnið mistu rættindini, rámar óeydnan aftur við lemjandi megi.

Sendingin, sum kemur eftir Dag og Viku í kvøld kl. 19.20, er í alt 71 minuttir til longdar.

Suni Merkistein hevur lagt til rættis, Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, Kenneth Jørgensen og Eyðun M. Thomsen hava tikið upp, og Høgni Fagraberg hevur ljóðblandað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo