At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Valfepurin er í hæddini. Tað sæst á øllum brøgdum og best sæst tað á okkara samferðslumálaráðharra Heðin Mortensen.

Tað gongur ikki dagur uttan at KVF borðreiðir við einum nýggjum stunti frá Heðin.

”Hvat mann Heðin fara at gera fyri at sleppa í miðlarnar í dag?”

Tann spurningin seta óivað mong snimma á morgni.

Skal mann gera um seg og fáa uppmerksomheit kann tað í høvuðsheitum gerast uppá tveir mátar.

Annaðhvørt skal mann vera serstakliga fittur og blíður ella skal mann vera spinnandi illur.

Og í miðlunum síggja vit stundum fitta og blíða Heðin og stundum ein óðan Heðin.

So hvørt valið nærkast fara vit helst at síggja Heðin bæði fittari og fittari, men eisini illari og illari.

Í vikuni sum fór sóu vit illa Heðin melda sín egna stovn Landsverk til løgregluna.

Hetta stigið er óvanligt, men er helst gjørt av tí at løgtingsval er i nánd.

Politiska opportunisman avgerð, nær og hvar Heðin skal vera illur og nær og hvar Heðin skal vera fittur.

Tá Asta í kioskini kom á Vaglið sóu vit fitta Heðin, í harðari kapping við fittu Anniku.

Stríðið um Kiosk-Astu var hart og ilt er at meta um hvør ið vann.

Men líkt er til at Samferðslumálaráðið nú er farið undir at umsita kioskir. 

Fitti Heðin er nú eisini kioskministari.

Men í gjár sóu vit aftur illa Heðin.

Leiðslan í tunnilsfelagnum (Sandoyartunnilin) og Tórshavnar Kommuna komu ikki til nakra semju um ein prís fyri grótið úr tunlinum á Gomlurætt og tí avgjørdi tunnilsfelagið at halda fast við upprunaligu ætlanina at tyrva grótið.

Men henda avgerð skal broytast, sigur ein avgjørdur og illur Heðin.

Men hvussu ætlar kioskministarin at broyta hesa avgerð?

Kommunala sjálvræðið á hesum øki kann ein illur Heðin einki gera við.

Annika er nú býardrotning, um Heðin vil tað ella ei.

Og kommunan hevur fullan rætt at nokta at keypa grót fyri ”yvirprís”.

Hinumegin borðið situr leiðslan í einum almennum partafelag og skal taka ábygdarfullar avgerðir og samstundis vísa fíggjarligt skynsemi.

Felagið fekk til uppgávu frá løgtinginum at gera tveir undirsjóvartunlar fyri 3 milliardir, men eginpeningurin sum løgtingið veitti var bara 10% av verkætlanini, so fíggjarliga avbjóðingin er stór.

Partafelagsleisturin hevur roynst landinum væl og lættari er at plasera ábyrgd um okkurt gongur galið í tunnilsprojektunum, enn tá ábyrgd skal plaserast á Glasir.

Men illi Heðin, sum meldaði Landsverk til løgregluna, ætlar nú at yvirrula leiðsluna í tunnilsfelagnum.

Hetta felag skyldar annars í dag 3 milliardir kr. og ætlar Heðin at taka nevndina av ræði so fáa vit júst sama ábygdarleist, sum vit sóu á Glasir.

Tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir vóru ongar byggigølur.

Orsøkin var einføld.

Ábyrgdarbýtið var greitt og politikarar hildu seg burtur.

Partafelagsleisturin tryggjar armslongdarregluni.

Løgtingið skipar karmarnar við lóg, vit vóru spard fyri politiskari uppíblandan.

Og júst tí gekk alt sum eftir ánni.

Politisk uppíblanding førir aloftast til ruðuleika – serliga í Føroyum.

Støðan kann tí lýsast stutt og greitt:

Løgtingið samtykti tunnilslógina og partafelagsleistin fyri Eystur- og Sandoyartunlar fyri fleiri árum síðani.

Hesa løgtingssamtykt eigur kioskministarin at virða eins og hann eigur at virða eitt NEI frá býardrotningini í Havn, tá Annika metir, at grótið gerst ov dýrt.

Heðin hevur ongan rætt at sparka hurðarnar inn í nevndarhølið hjá tunnilsfelagnum, men hann kann gera eitt.

Sum partaeigari kann kioskministarin innkalla til eyka aðalfund í tunnilsfelagnum og tveita nevndina á dyr.

Men so má hann eisini velja eina nýggja nevnd og komandi nevndin skal eisini hava arbeiðsfrið, óansæð hvat illi Heðin ætlar.

Kiosk-fan

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo