Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyingar, sum arbeiða við íverksetan innan grøna tøkni, hava møguleika at luttaka í skeiðinum ”Nordic-Israeli GreenTech Ecosystem Leaders Academy”, ið verður fyriskipað av norðurlendsku sendistovunum í Ísrael.

Skeiðið gevur luttakarum møguleika fyri slóðbrótandi førleikamenning og at læra frá nøkrum av fremstu serfrøðingum í Ísrael innan íverksetan.   

Sendistovurnar hjá Føroyum, Danmark, Finnlandi, Noreg og Svøríki í Ísrael fyriskipa skeiðið, í samstarvi við Innovation Centre Denmark.

Skeiðið er ætlað íverksetum, leiðarum, ráðgevum og øðrum, ið á ymsan hátt arbeiða við íverksetan og nýmenning, eitt nú í fyritøkum, feløgum, granskarasetrum og stovnum. Skeiðið hevur serligt fokus á grøna tøkni.

Ísrael eru kendar kring heimin sum ein íverksetaratjóð, og Ísrael er í fremstu røð, tá hugt verður eftir ymsum mátum viðvíkjandi nýmenning. Eitt nú er Ísrael fremst í heiminum um hugt verður eftir váðafúsum íløgum (venture capital) í mun til BTÚ og nýstovnað virki í mun til íbúgvatali.

Skeiðið hevur heitið “Using Israeli best-practice: Hypergrowth for Nordic Green Tech start-ups”, og tekur støðið í royndum úr Ísrael.

Skeiðið er online, og fevnir eitt nú um vegleiðing tillagað einstøku luttakararnar og talgildar rundborðsfundir saman við ísraelskum serfrøðingum.

Skeiðið verður í tíðarskeiðinum apríl til juni 2021 og fevnir um:

- 3 undirvísingartímar við vegleiðarum, um nýggjastu evni og rák innan menning av íverksetara umhvørvum  

- 3 talgildar og samvirknar rundborðsfundir við leiðarum úr íverksetanar umhvørvum í Ísrael

- Ítøkiligar vegleiðingarætlanir og skráir, sum verða tillagaðar teimum 25 virknaðust luttakarunum

- 3 poddvørp

Skeiðið og luttøkugjald verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum, og er ókeypis fyri luttakararnar.

Sí meira um Nordic GreenTech Ecosystem Leaders Academy her.

Umsóknarfreistin er 30. mars, og til ber at tekna seg til skeiðið her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo