Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tekstur og mynd/Sonne Smith: Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari í Sumba, er sannførdur um, at fólk í tí traditiónsríku bygdini trívast so væl, tí at samanhaldið millum fólkið í bygdini er ómetaliga gott. Tey hava so nógv at vera saman um.

Tað ber í sær, at Sumba, Føroya syðsta bygd, yvirlivir væl og virðiliga sum nærsamfelag, heldur vágbingurin Arnfinnur Bjarkhamar, ið hevur verið lærari í Sumbiar kommunu í 21 ár. Hann var fyrst lærari á Leiti – skúlanum millum Lopra og Akrar – í tvey ár, áðrenn hann varð fyrstilærari í Sumba fyri 19 árum síðan.

Sumbiar kommuna um bygdirnar Sumba, Lopra, Akrar og gomlu búplássini Víkarbyrgi og Akraberg. 340 fólk búgva í kommununi, og 240 búgva í sjálvari bygdini Sumba.

- Jeg haldi, at skúlin er blivin so góður nú, at eingin vandi er fyri, at hann støðgar upp, sigur Arnfinnur.

Í løtuni ganga 25 børn í Sumbiar skúla, sum er skipaður í sjey flokkar frá 1. til 7. flokk. Næmingarnir í Sumba fara í framhaldsdeild – 8. og 9. flokk – í Vági. Fyri nøkrum árum síðan stongdi skúlin á Leiti. Tað var í 2009. Børnini haðan fóru so í Sumbiar skúla, og síðan tá er næmingatalið nørt. 1., 2. og 3. flokkur ganga saman, síðan 4. og 5, men í summum fakum eru øll saman, til dømis í kristni.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo