Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumyndugleikarnir í Serbia hava ein trupulleika. Serbar sjálvir leggja ikki í at verða koppsettir, og tí verða vaksinurnar nú bjóðaðar fólki, sum vilja koma til Serbia at ferðast og samstundis fáa eina vaksinu við í upplivingini.

Serbia hevur keypt koppingarevni til 15 milliónir fólk, men tað búgva bert 7 milliónir í Serbia, og tí leypur nógv av. Hartil kemur, at serbar eru sera ivasamir, um tað nú man vera nakað gott hugskot at lata seg koppseta. Bert fjórði hvør, sum hevur rætt til at verða koppsettur, hevur tikið av tilboðnum, verður upplýst. Orsøkin er villleiðandi upplýsingar á netinum um, at tað skal vera vandamikið at lata seg koppseta.

Forseti landsins, Aleksandar Vucic, hevur verið í miðlunum og bøna fólk um at lata seg koppseta.

- Tað er ikki neyðugt at biðja um tíð, tað er bara at møta upp, ljóðar boðskapurin.

Samstundis valfarta fólk, serliga úr grannalondunum, til Serbia og lata seg koppseta, skriva tíðindastovurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo