Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Annar spælarin í dag at leggjast afturat hópinum hjá 07 Vestur, er Nikola Krcmarevic, sum kemur úr næstbestu deildini í Svøríki til 07 Vestur.

26-ára gamli verjuleikarin, sum eisini kann spæla verjukendur miðvallari, hevur seinasta árið spælt í Syrianska í Superettan, sum er næstbesta deildin í Svøríki. Áður hevur hann spælt í bestu deildini í Serbia og Rumenia, umframt í næstbestu deildini í Grikkalandi.

07 Vestur hevur sum mál at staðfesta pláss sítt í bestu deildini hetta komandi kappingarárið, og leitað hevur verið eftir leikarum at styrkja hópin hjá Paula Poulsen. Við tilgongdini í dag av Kyrylo Silich og Nikola Krcmarevic, eru vónirnar betri um framgongd í mun til í fjør, tá liðið endaði á 9. plássi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo