Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyri einum ári síðani segði mannarættindadómstólurin undir ST ein dóm, sum gjørdi tað ólógligt at senda flóttarfólk heimaftur um so er, at lív teirra er í vanda av veðurlagstrupulleikum.

Og hetta fer at mynda kjakið um flóttarfólk í framtíðini, halda fleiri serfrøðingar.

- Koplingin ímillum migratión og oyðilegging av umhvørvinum er heilt týðulig. Samstundis sum partar av klótuni, har fólk í dag búgva, gerast óegnaðir til tað endamálið, fer hópmigratión at gerast nýggi normurin, sigur Sailesh Mehta, sum er ein av førandi sakførarunum innan umhvørvismál í Stórabretlandi, við The Guardian.

Hvørt sekund rýmir eitt fólk onkunstaðni á klótuni frá húsi og heimi av orsøkum, sum koma av veðurlagsbroytingum, eitt nú skerpingi ella tí luftin er so dálkað.

Og tað er sjón fyri søgn.

Í vikuni gjørdi ein franskur dómstólur ein úrskurð sum foraði myndugleikunum at senda ein 40 ára gamlan mann, sum var komin úr Bangladesh, heimaftur. Maðurin hevur astma, og hann var í størri vanda fyri at doyggja, um hann varð sendur heimaftur, tí luftin er skitnari har enn í Frankaríki.

The Guardian skrivar, at vánalig luft hvørt ár elvir til, at 7 milliónir fólk um allan heim lata lív.

- Tí er tað væl skilligt um nógv fólk royna at leita sær til lond við betri luft, sigur David Boyd, sum er ST-serfrøðingur í mannarættindum og umhvørvi.

Hann fær stuðul frá Stephen Cheney, brigatugenerali, sum í nógv har hevur verið amerikanskur serfrøðingur innan ymsar trygdarspurningar í samband við veðurlagsbroytingar.

- Um Europa heldur, at trupulleikar eru av migratión í dag, so bíða bara eini 20 ár, tá milliónir av afrikanarum fara at rýma. Og teir rýma ikki suðureftir, sigur hann millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo