Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tilmeldingarfreist: 25. februar 2016

Arbeiðir tú sum bókhaldari ella á einari roknskapardeild?

·         Hevur tú nógvar ymiskar uppgávur innan bókhald og roknskap, eisini afturvendandi uppgávur?

·         Stríðist tú dagliga við tykkara roknskaparskipan, har tú fært nógv tøl frá, sum ikki altíð eru so løtt at yvirskoða?

·         Dugur tú grundleggjandi funkurnar í Excel?

·         So er hetta eitt skeið fyri teg.

Tey sum duga Excel siga, at tað er tvingandi neyðugt, hjá øllum bókhaldarum og roknskaparfólki at duga at gagnnýta Excel. Tí har eru NÓGVAR funkur, sum bara passa sum fótur í hosu til allar arbeiðsuppgávurnar í bókhaldinum og á fíggjardeildini.

Men... starvsfelagin hjá mær dugur...
Kanska dugur starvsfelagin hjá tær at gagnnýta Excel til fulnar, og kann hann hjálpa tær. Og tað er ordiliga gott. Men bæði tú (og hann) eru helst greið yvir, at  hetta er eingin góð loysn í longdini;) Tað stjelur tíð bæði frá honum og tær sjálvum/sjálvari.

Á hesum skeiðinum fært tú eina miðvísa undirvísing í, hvussu Excel kann nýtast í bókhaldinum og á roknskapardeildini. Tú fært nógv tips og trix, sum fara at lætta munandi um títt arbeiði.

Undirvísari er Michael Bosholdt, sum er serfrøðingur í Excel. Hann hevur ofta verið í Føroyum og undirvíst fyri Synergi og er ein serliga dugnaligur og fyrikomandi undirvísari.

Kom á Excel skeið og optimera títt arbeiði í Excel á bókhaldinum og fíggjardeildini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo