Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

2. páskadag verður The Music of Silence vístur í Løkshøll. Filmurin er um heimskenda, blinda operasangaran Andrea Bocelli, sum vaks upp á familjuvíngarði í Toscana. Í samband við hesa sersýning hava vit fingið vín frá júst familjuvíngarðinum hjá Bocelli familjuni, sum vitjandi sleppa at royna í samband við sýningina.

Flaggdagin verða Et knæk og Ikki illa meint, tveir virðisløntir filmar eftir Andrias Høgenni, sýndir í Løkshøll. Aftaná tosar Pætur M. Dahl við leikstjóran um at gera filmar, og um komandi spælifilmsverkætlanina, ið tekur støði í Runavík.

Á miðnátt 26. apríl og 27. apríl verður nakað so forkunnugt sum Drive In biografur í Søldarfirði. Hetta verður omanfyri ‘Saltsøluna’, á økinum har Skipafelagið hevur bingjur. Økið verður í hesum sambandi ruddað, og fyrireikarnir meta, at pláss verður fyri gott 50 bilum. Stórur skermur verður settur upp, og ljóðið verður ført við FM signali, so til ber at lurta í anlegginum í bilinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo