Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Innsent: Ein forvitnislig útgáva verður útgivin komandi hósdag. 

Eitt listaverk, sum samansjóðar tað skrivaða orðið, tónleik og filmslist til at skapa eina heildarmynd, eitt univers, ið nýtir Tórshavn sum snúningsás og hevur sera nýskapandi listaligar dygdir. 

Talan er um Silvurbók. 

Silvurbók er eitt yrkingasavn eftir Trygva Danielsen, sum snýr seg um, hvussu tað kennist at vera ein ungur maður í Føroyum - serliga í høvuðsstaðnum. Hon er deild upp í tríggjar partar og viðger m.a. kærleika, sex, einsemi, trúgv, samfelag, sálarlív og nógv annað. Bókin er, sum sæst á myndini, hondteknað av høvundinum sjálvum, og hvørt eintak er heilt serstakt.

Trygvi kallar yrkingarnar orðasangir. Hetta hevur fleiri frágreiðingar. Ein er, at tær eru rútmiskar og musikalskar. Teir tríggir partarnir eru settir upp sum rørslur í eini symfoni við preludium og postludium í byrjan og enda. Ein onnur frágreiðing er, at bókin hongur saman við tónleikaútgávuni Silvurplátu eftir Silvurdrong, sum vann heiðurin "ársins nýggja navn" til FMA 2018. ein tónleikaplátu við 13 skeringum av orðasongum, ið líkjast hipphopp ella spoken word. 

Aftur at tónleikaplátuni verður eisini Geytavinnandi filmurin 111 góðir dagar, sum Trygvi hevur skrivað og leikstjórnað. Hesi bæði verkini, filmur og pláta, eru talgild og fylgja við í bókini sum ein download kota.

Keyparin fylgir leiðbeiningunum aftast í bókini og skrivar sína kotu inn á leinkjuna, sum stendur upplýst.

Sostatt sambindir verkætlanin skaldskap, tónleik og filmslist, og tað føroyska málið er altíð í miðdeplinum.

Tað verður vent, snarað og lagt aftur at tónleiki og filmi á ein hátt, sum føroyingar ikki fyrr hava hoyrt ella sæð.  

Hósdagin verður útgávutiltak kl. 15 í Gamla Bókhandli og kl. 17 í Rit og Rák.
Fríggjadagin kl. 16 verður útgávutiltak í Tutl.
Leygardagin verður útgávutiltak í Sirkus millum kl. 20 og 23. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo