Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Talan er um at seta tvey starvsfólk burturav, hvørs uppgáva verður at skipa og stuðla undir aktivitetir, sum stimbra og skapa innihald í gerandisdagin hjá búfólkunum.

Eldraøkið skal uppraðfestast og normeringin hækkar. Men serliga er talan um at skapa meira innhald í gerandisdagin hjá eldru borgarunum, sum búgva á bústovnum hjá kommununi. Somuleiðis er ynski um at lyfta røktarøkið soleiðis, at starvsfólkaorkan verður hægri raðfest. 

Ein partur av arbeiðinum verður eisini at samskipa tað sjálvbodna virksemið, sum í dag og í framtíðini er á eldraøkinum. Hugsanin er, at umframt aktivitet í dagligdegnum, at vera við til at skipa størri tiltøk sum útferðir, jólahald, fastalávintshald og annað. 

Hækka normeringina
Røktarøkið krevur stóra starvsfólkaorku. Arbeiðsbyrðan kann vera tung, og tí er neyðugt at hava góða normering á økinum. Hetta er galdandi bæði inni á bústovnunum og í heimatænastuni.

Góð normering á økinum skapar betri arbeiðsumstøður og er við til at fasthalda starvsfólk umframt at góð normering dregur fleiri starvsfólk til økið, tí arbeiðsbyrðan gerst lættari.

Tað er ymiskt, hvar og nær tørvurin á hægri normering er neyðugur, tí hetta í stóran mun er tengt at arbeiðsbyrðuni. Tó er tað serliga deildirnar við størst røktartyngd, sum tørva hægri normering.

Býráðið skuldi í kvøld taka støðu til eina samtykt í heilsu- og eldranevndini og fíggjarnevndini, sum mæla til at játta eina miljón til tvey starvsfólk at arbeiða við aktivitetum til búfólk á eldraøkinum, og at játta fýra miljónir til økta normering á røktarøkinum.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum.

Fylg við býráðsfundinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo