Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er einki galið við hvørki løgmanni ella vinnu- og uttanríkisráðharranum, men nakað galið við sjálvari innstillingini í sambandi við aðalstjóra setanina til vinnu- og uttanríkisráðið.

Aðalstjóri skuldi setast í vinnu- og uttanrikisráðnum. Treytir vóru eitt nú settar, at hann hevði vitan og royndir innan fyrisiting viðvikjandi vinnumálum og uttanrikismálum.

Fólk í Tinganesi, sum VP hevur tosað við, siga, at John Rajani, ið var innstillaður sum nummar eitt av setanarbólkinum, hevur ongantið arbeitt í fyrisiting við vinnumálum ella uttanrikismálum, sum setanarbóllkurin sigur.

Og hevur hann sostatt ikki holla vitan um uttanrikisøkið, sum setanarbólkurin eisini sigur í sini innstilling.

Hann var løgmansritari eitt stutt skeið, síðani sendimaður í London í trý ár, har eingi fyrisitingarlig mál vóru viðgjørd og kom so heim til Føroyar í sambandi við Visjón 2015, fyri síðan við góðari hjálp at fáa starv í BankNordik.

Tað vil siga, at tá setanarbólkurin sigur, at John Rajani "hevur holla vitan um fyrisiting viðvíkjandi vinnu- og uttanríkisøkinum", so er hetta ikki satt, og hevur setanarbólkurin tí villleitt bæði løgmann og landsstýrismann í vinnu- og uttanríkismálum.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo