Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag verður farið undir at taka ÍSF-húsið niður, og samstundis verður farið undir at gera altjóða Langhylin og vælverudepilin í Gundadali.

Sp/f PLAN er arbeiðstakari, og arbeiðið at taka bygningin niður og rudda tekur 2 vikur. Arbeiðsøkið er nú sperrað av og skeltað, og er týdningarmikið at óviðkomandi IKKI at fara inn á økið har tung amboð og bilar koma at arbeiða. Ikki verður møguligt at ganga eftir gøtuni forbí HB-húsið niðan móti Svimjihøllini.

Ferðslan við Svimjihøllina er eisini umløgd soleiðis, at arbeiðsferðslan til/frá fer arbeiðsøkinum er eftir vegnum fram fram við høllini og at ferðslan til/frá almenna p-økinum fer gjøgnum høvuðsinnkoyringina.

Í dag kl. 16 verður stutt samkoma á staðnum har tað verður markerað, at húsið verður tikið niður og at fyrstu stigini á staðnum verða tikin til at kunna fara undir útinning av langhylsverkætlanini&vælverudepli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo