Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Banki: Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at tað framvegis er nógv ferð á bústaðarmarknaðinum nú 1. ársfjórðingur í 2021 er farin afturum.

Miðal sethúsaprísirnir í Tórshavn og í Klaksvík vóru ávikavíst 3,6 og 2,3 mió. í 1. árfjórðingi. Hetta er ein vøkstur á 9% og 12% samanborið við miðalprísin í 2020.

Eisini í Eysturoynni eru prísirnir nógv hækkaðir. Miðalprísurin í Eysturoynni var 1,7 mió. Hetta er ein vøkstur á 12% samanborið við miðalprísin í 2020.

Miðalprísurin í Føroyum var 2,4 mió. fyri 1. ársfjórðing. Hetta er ein vøkstur á heili 20% samanborið við miðalprísin í 2020.

Havast skal í huga, at vit einans hyggja eftir einum ársfjórðingi, og sølurnar eru tí ikki so nógvar í tali.

Eisini hava lutfalsliga nógvar sølur verið í høvuðsstaðarøkinum og hetta er við til at hála miðalprísin fyri Føroyar nógv upp.

Betri Banki hevur fyrr víst á, at Eysturoyartunnilin ávirkar prísstøðið á bústøðum í Eysturoynni og í Klaksvík.

Stóri prísvøksturin í Eysturoynni og í Klaksvík bendir á, at hendan gongdin heldur fram, og tað gerst meira vanligt, at hús í Eysturoynni og í Klaksvík verða seld fyri meira enn 3 mió. 

##med2##

Øktu sethúsaprísirnir gera, at Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri.

Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av inntøkuni hjá einum húski verður nýttur til at fíggja bústaðin.

Bústaðarbyrðan í Tórshavn og í Klaksvík var ávikavíst 33% og 22% fyri 1. ársfjórðing. Hetta er ein vøkstur á tvey prosentstig fyri bæði økini.

Í Eysturoynni hækkaði Bústaðarbyrðan við einum prosentstigi, upp í 17%.

Bústaðarbyrðan í Føroyum var 23%, sum svarar til ein vøkstur á 4 prosentstig í mun til Bústaðarbyrðuna í 2020.

##med3##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo